Svøríki steingir markið til Norra

bannari
Svøríki steingir markið til Norra
Svøríki herðir nú átøkini til tess at forða fyri óneyðugari COVID-19 smittuspjaðing
Norðmenn sleppa nú ikki ótarnaðir at ferðast millum londini bæði. Svensku myndugleikarnir stongdu á midnátt landamarkið
 
25.01.2021 - 06:29

Á midnátt varð markið millum Norra og Svøríki stongt, so norðmenn ikki longur kunnu ferðast ótarnað til Svøríkis.

Tað skrivaði svenska uttanríkisráðið á heimasíðuni seinnapartin í gjár, sunnudagin.

Óvist, hvør ítøkiliga orsøkin er

Einki verður nevnt um ítøkiligu orsøkina til stongsilin, men tað kemur eftir at bretska brigdið av koronusmittuni er staðfest í fleiri kommunum í Østlandet í Norra.

Stóra Bretland stendur eisini á dagførda listanum við londum, har svenska uttanríkisráðið frámælir øllum svium at vitja um tað ikki er hægst neyðugt.

Forboðið varð sett í verk á midnátt, og forboðið er í fyrstu atløgu galdandi til 14. februar, sambært norska kringvarpinum, NRK.

Stúra fyri nýggjum útbroti

Svensku myndugleikarnir stúra fyri, at nógvir norðmenn, sum búgva í landsynningspartinum í Norra, fara yvir um markið til Svøríkis, tí norsku átøkini eru so strong.

Tískil óttast myndugleikarnir í Svøríki nýggj smittuútbrot í landinum, um markið millum londini ikki varð stongt nú.

Bara fólk, sum búgva í landsynningspartinum í Norra og sum arbeiða í Svøríki, sleppa nú at ferðast ótarnað tvørtur um landamarkið eftir at forboðið kom í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083