Pool: Landskrona stovnar meistaradeild

Pool: Landskrona stovnar meistaradeild
Síðan ítróttabarrin, Landskrona, lat upp í fjør, hevur áhugin fyri at spæla pool verið stórur. Fríggjakvøldið varð skjøtil settur á meistaradeild
25.01.2021 - 19:05

Skjøtil er settur á nýggja meistaradeild í pool. 

Tað er ítróttabarrin, Landskrona, sum leggur borð til, og stigtakarar eru tey bæði, Sunneva Háberg Eysturstein og Dánjal Olsen.

Áhugin fyri nýggju deildini er stórur. Hámarkið fyri tal á luttakarum varð sett at vera 25, og nýggja deildin telir eisini 25 spælarar.

Bæði kvinnur og menn hava teknað seg.

 - Tá vit fyri nøkrum árum síðani settu okkum fyri at skula lata eina sportsbarr upp, lá tað beinanvegin í kortunum, at vit skuldu hava professionell poolborð, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. 

 - Vit vildu kanna, um áhugin fyri at spæla pool enn var har, og kanska vekja áhugan aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786