Øll málini: Púra javnt millum Føroyar og Moldova

Øll málini: Púra javnt millum Føroyar og Moldova
Føroyar og Moldova hava spælt fýra ferðir ímóti hvørjum øðrum síðan 2021, og londini hava vunnið hvør sín dyst, meðan tveir eru endaðir við javnleiki. Sí málini her
Mads Boe Mikkelsen sendir bóltin í netið í Chisinau, og Føroyar eru á odda
 
29.09.2026 - 09:59

Tað stendur á jøvnum millum Føroyar og Moldova í innanhýsis uppgerðunum, sum hava verið fýra síðan 2021.

Báðir dystirnir í Chisinau eru endaðir við javnleiki, og londini hava vunnið hvør sín á Tórsvølli.

Í mars í 2021 spældu londini fyri fyrstu ferð ímóti hvørjum øðrum. Hetta var í HM-undankappingini, sum tey flestu kanska minnast best fyri góðu avrikini á heimavølli ímóti Danmark og Skotlandi.

Teir dystirnir góvu kortini eingi stig, men tað gjørdu teir ímóti Moldova. Í Chisinau javnaði Meinhard E. Olsen til 1-1 seint í dystinum, áðrenn Klæmint A. Olsen og Heini Vatnsdal tryggjaði Føroyum trý stig á Tórsvølli í 2-1 sigri.

 

260928_FO_MOLDOVA_4


Mainhard E. Olsen og Mads Boe Mikkelsen hava skotið føroysku málini í Chisinau, og Klæmint A. Olsen og Heini Vatnsdal hava skorað ímóti moldavum á Tórsvølli.

 

Nicolaescu argaði illa

Føroyar fingu góða byrjan uppá EM-undankappingina, tá Mads Boe Mikkelsen skoraði til 1-0 í fyrra hálvleiki á Zimbru-leikvøllinum í moldaviska høvuðsstaðnum 24. mars 2023.

Føroyingarnir mistu kortini taki eftir steðgin, og tað endaði við, at heimaliðið fekk brotsspark, sum vandamikli Ion Nicolaescu sendi í netið tríggjar minuttir fyri leiklok.

Á heimavølli hálvt ár seinni gekk uppaftur verri. Sami Ion Nicolaescu slapp avstað í kontraálop tíðliga í seinna hálvleiki, dróg framvið Odmari Færø og sendi innfyri til Vadim Rata, sum hevði lætt spæl inni undir málinum.

Sigurin hjá moldavum var ongantíð veruliga hóttur í ein lakum avrikið frá Føroyum, sum bert fekk tvey stig í hesi undankappingini. Hitt kom á útivølli ímóti Albania, sum longu hevði spælt seg til sítt annað EM-endaspæl. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786