Eldraøkið í Klaksvíkar kommunu 21 milliónir í halli næsta ár

Eldraøkið í Klaksvíkar kommunu 21 milliónir í halli næsta ár
Mett verður, at umleið 60 milliónir verða til íløgur í 2027, og eldraøkið fer væntandi at standa frammarlaga, sigur borgarstjórin
Heimið við Vágna í Klaksvík.
Mynd: Norðlýsið  
 
29.09.2026 - 10:47

Fíggjarkarmurin hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2027 vísir, at eldraøkið fer at geva 21 mió. krónur í halli næsta ár.

Tað er ein tvífalding av hallinum í ár, sum er 10 milliónir.

 


Karl Johansen, borgarstjóri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fíggjarkarmurin, sum Klaksvíkar býráð samtykti í síðstu viku, vísir avlop, og tá rentur og avdráttir eru tikin av, hevur kommunan 59,5 mió. krónur eftir til íløgur.

Hvørjar íløgur talan verður um, skal býráðið taka støðu til, men eldraøkið fer helst at standa frammarlaga, væntar Karl Johansen, borgarstjóri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29062026_Klaksvik_og_figgjarkarmur

 

Framrokningarnar hjá kommununi vísa annars, at við ársenda í ár verður skuldin hjá kommununi 77 mió. undir eini álíkning.

Og um fíggjarætlanin fyri 2027 heldur, kemur kommunan 100 mió. undir eina álíkning.

Ein skattaálíkning hjá Klaksvíkar kommunu er í ár 421 mió. krónur.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025