Lene Bjerning Terp er nýggjur landsliðsvenjari

Lene Bjerning Terp er nýggjur landsliðsvenjari
Fyrrverandi liðskiparin hjá danska landsliðnum, Lene Bjerning Terp, er nýggjur venjari hjá føroyska landsliðnum við kvinnum
Lene Bjerning Terp fer at búgva í Føroyum
 
26.01.2021 - 17:04

Lene Bjerning Terp er nýggjur venjari hjá landsliðnum við kvinnum. Tað boðar Fótbóltssamband Føroya frá á tíðindafundi.

– Eg gleði meg nógv til at byrja, sigur Lene Bjerning Terp, sum skal búgva í Føroyum.

Lene Bjerning Terp spældi elitufótbólt frá 1989 til 2003 og hevur millum annað umboðað Kolding, OB og Fulham.

Spælara- og venjararoyndir

Lene Bjerning Terp spældi á danska landsliðnum í tíggju ár, frá 1993 til 2003 og tók lut í EM- og HM-endaspølum og Olympisku Leikunum. Hon var liðskipari á liðnum í fimm ár.

Eftir at hon gavst sum spælari, gjørdist hon venjari. Hon var hjálparvenjari hjá danska landsliðnum við kvinnum, sum endaði á 2. plássi í EM-endaspælinum í 2017.

Hon hevur eisini verið hjálparvenjari hjá danska U19-landsliðnum við kvinnum (2011-2013) og høvuðsvenjari hjá KoldingQ í donskum fótbólti (2013-2016).

Lene Bjerning Terp tók Pro Licence hjá UEFA í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011