Fyrimyndin 2020: Per vil hava øll við

Fyrimyndin 2020: Per vil hava øll við
Per Mikkelsen venur minst seks ungdómslið hjá Skála, og hann gongur upp í tað við lív og sál. - Per hevur pláss fyri øllum, siga tey, sum kenna hann
01.02.2021 - 20:53

Tað byrjaði við børnunum, sum hjá so nógvum øðrum. 

Fótbóltsáhugin hjá børnunum flutti Per Mikkelsen úr reyða og hvíta hondbóltsumhvørvinum hjá StÍF og yvir á fótbóltsvøllin undir Mýruhjalla, har appelsinguli liturin var sjónskastur.

Hetta var fyri 10 árum síðani.

 - Eg byrjaði at venja dreingin tá, og hann er nú vaksin og flogin. Nú havi eg ein drong eftir, og hann komi eg at venja í ár, sigur Per, sum er í uppskoti til at vinna heiðurin sum ítróttafyrimyndin 2020 hjá ÍSF.

Ungdómsfótbólturin dregur

Per Mikkelsen hevur sitið nógv í nevndini hjá Skála - onkuntíð hevur hann verið næstformaður, í løtuni er hann nevndarlimur - men sum frá leið varð ungdómsfótbólturin fremstur í huga.

Og tað fegnast Skála Ítróttarfelag um.

 - Hann gevur, hann er til staðar og tú kanst rokna við honum. Hann er samstarvssinnaður og hjálpsamur og fær tingini at ganga. Hann fær alt at glíða, sigur Arni Klein Abrahamsen, samskipari hjá Skála.

Foreldrini fegnast

Børn og ung trívast í Skálablusuni. Tað bera úrslitini farna árið boð um. Millum annað vann U15-gentuliðið steypakappingina, meðan U18-genturnar gjørdust greipuvinnarar.

Foreldrini gleðast eisini um venjaran hjá børnum teirra.
 
 - Teir førleikarnir, sum genturnar fáa, teir síggja vit. Tær eru øgiliga væl fyri tekniskt, sigur Tóra Joensen, sum eigur eina, sum spælir á U15-liðnum. 

 - Men so er tað eisini eginleikarnir. Ágrýtni, áhaldni, ídni, sum hann vísir, taka tær til sín, og tað hava tær jú brúk fyri í øllum lívsins viðurskiftum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786