Skutu eftir bili hjá borgarstjóranum í Reykjavík

Skutu eftir bili hjá borgarstjóranum í Reykjavík
Gerningsmenninir skutu eisini eftir skrivstovuni hjá Samfylkingini, men eingin var á skrivstovuni
Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík. Skotið varð eftir bili hansara, men eingin var í bilinum
 
02.02.2021 - 08:51

Tveir mans eru handtiknir í Íslandi í sambandi við, at onkur hevur skotið eftir skrivstovuni hjá Samfylkingini í Reykjavík, og seinni eftir bilinum hjá borgarstjóranum í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson.

Ein av handtiknu monnunum er varðhaldsfongslaður, og hann er í 50unum. Politiið fann skotvápn heima við hús hjá manninum, skrivar Morgunblaðið.

Skottilburðirnir vóru fyri einari viku síðani. Eingin var inni á skrivstovuni, har gerningsmaðurin hevði skotið gjøgnum nakrar rútar. 

Borgarstjórin var heldur ikki í bilinum, tá skotið varð eftir bilinum. 

Filmsbrot

Sambært Morgunblaðnum er kanska samband millum skottilburðirnar og eitt filmsbrot, sum kom út í desember, har borgarstjórin, Dagur B. Eggertsson, verður skuldsettur fyri at hava keypt trý parkeringspláss frá Reykjavíkarbýi, uttan at hetta var boðið út.

Eitt umboð í íslendska Miðflokkinum, Vígdis Hauksdóttir, er frásøgufólk á filmsbrotinum, men Reykjavíkar býráð hevur síðani víst aftur, at borgarstjórin skal hava keypt parkeringspláss.

Vinnulívsfólk, sum høvdu stuðlað filmsbrotinum, hava nú biðið um umbering, og biðið um, at filmsbrotið verður tikið av sosialu miðlunum.

Vígdis Haukadóttir avsannar tó, at nakað samband skal vera millum skottilburðirnar og filmsbrotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531