Lodnukvotan hækkar

Lodnukvotan hækkar
Íslendska havstovan mælir nú til, at lodnukvotan nú í vetur verður meira enn dupult so stór sum fyrr er fráboðað
 
05.02.2021 - 06:26

Nú verður mælt til at fiskast kunnu 127.300 tons. Fyrra tilmælið, frá 24.januar, var 61.000 tons.

Sambært tí eiga føroyingar 3.050 tons, tí Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni. Eftir nýggja tilmælinum eiga Føroyar tí 6.365 tons.

Fýra føroysk uppsjóvarskip hava longu fingið loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Tey eru Finnur Fríði, Gøtunes, Norðborg og Høgaberg. Tey hava fingið egna kvotu.

Finnur Fríði hevur fingið tvey loyvi, góð 1.140 tons tilsamans, Gøtunes hevur fingið góð 380 tons, og Høgaberg og Norðborg hava fingið góð 760 tons hvørt skipið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542