Húsarhald bjartskygd

Húsarhald bjartskygd
Handlarnir eru tey bjartskygdastu í nýggjasta konjunkturbarometrinum hjá Hagstovuni
 
05.02.2021 - 06:45

Handilsvinna ella smásøla hevur treystitalið 13. Tað var 15 í juni í fjør og 29 fyri einum ári síðani. Hetta er nógv samanborið við hinar fýra bólkarnar, sum eru við í konjunkturbarometrinum.

Vanliga fólkið, ella húsarhaldini, eru á øðrum plássi við treystitalinum sjey. Tað var null í juni og fimm í januar í fjør. Síðani koma minustølini.

Byggivinnan hevur minus 24, tað var minus 34 í juni og minus eitt í januar í fjør. Tilfeingisvinnan og íðnaðurin hevur trystitalið minus 19, tað var ávikavist minus 28 og pluss 35 í fjør.

Treystitalið var í støðugari legu

Tænastuvinnan hevur nú minus sjey. Har var treystitalið minus 13 í juni og pluss 53 í januar í fjør. Í okkurt um trý ár fyri koronu, var heildartreystitalið í Føroyum í støðugari legu.

Men frá at vera 32 í januar í fjør, áðrenn korona kom, fór treystitalið heilt niður í minus 16 í juni í fjør. Nú, í januar í ár, er tað minus níggju. Tað er hækkað sjey stig seinasta hálva árið.

Konjunkturbarometrið sigur, hvussu fólk og vinna halda, at tíðirnar eru. Tey verða spurd tvær ferðir um árið. Burturúr svørunum fæst so treystitalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928