Herd krøv í Danmark raka ikki føroyingar

Herd krøv í Danmark raka ikki føroyingar
Fólk, sum ferðast til Danmarkar, skulu frá í dag at rokna kannast á flogvøllinum, tá tey koma til Danmarkar og síðani í sóttarhald í tíggju dagar
 
07.02.2021 - 15:22

Harumframt skulu fólkini hava eina negativa koronuroynd við sær, tá tey koma umborð á flogfarið, sum skal flúgva tey til Danmarkar.

Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at nýggj og meira smittandi koronufrábrigdi breiða seg ella koma til landið, siga donsku heilsu myndugleikarnir.

Dagliga koma umleið 1000 ferðafólk úr útheiminum til flogvøllin í Kastrup.

Nýggju reglurnar, sum komu í gildi á midnátt, eru galdandi til 28. februar. Heldur tú ikki reglurnar, er revsingin 3500 krónur í bót.

Herdu reglurnar í Danmark fevna tó ikki um fólk, sum ferðast úr Føroyum og Grønlandi til Danmarkar. Tað váttar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938