Fimm umsøkjarar sleppa at fiska svartkjaft

Fimm umsøkjarar sleppa at fiska svartkjaft
Tilsamans fimm umsøkjarar fáa burturav teimum 7800 tonsunum av svartkjaftakvotu, sum Fiskimálaráðið býtir út til vinnuligar fiskiroyndir í ár.
 
13.02.2021 - 11:30

10 umsøkjarar vóru til tey 7800 tonsini, og tilsamans varð søkt um 26.700 tons.

Eftir innanhýsis viðgerð, og í samráð við Havstovuna, vórðu fimm av teimum 10 umsóknunum gingnar á møti, upplýsir Fiskimálaráðið. 

Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni, sigur Fiskimálaráðið.

Tær fimm royndarkvoturnar eru millum 800 og 2000 tons hvør.

Á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum er stutt lýsing av teimum fimm verkætlanunum, sum fáa svartkjaftakvotu til vinnuligar fiskiroyndir í ár.

Tey, sum fáa hesar kvotur, skulu senda Fiskimálaráðnum eina frágreiðing, tá royndirnar eru gjørdar, og í seinasta lagi 31. desember í ár.

Kvotur, ið ikki verða fiskaðar í ár, fella aftur til Fiskimálaráðið á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514