Góður lodnuprísur á Pelagos

Góður lodnuprísur á Pelagos
Eitt norskt skip fekk 10,83 kr. fyri kilo
Eisini í Íslandi og í Noregi fæst nógv fyri lodnuna, men ikki so nógv sum á Pelagos Føroyum
 
15.02.2021 - 08:46

Pelagos í Fuglafirði hevur latið næstan 11 krónur fyri kilo av lodnu, skrivar íslendski miðilin, Fiskifréttir.

Norska skipið, Gerda Marie, fekk 227 íslendskar krónur fyri kilo. Hetta eru 10,83 danskar krónur.

Tað eru góðar tvær krónur meira, enn Norges Sildesalgslag letur í miðal fyri makrel.

Makrelur hevur vanliga nógv betri prís enn lodna.    

Eisini í Íslandi og í Noregi fæst nógv fyri lodnuna, men ikki so nógv sum í Føroyum, skriva Fiskifréttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890