- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyagrunnurin letur hálva millión í stuðli
Føroyagrunnurin bjóðar nú fólki at søkja um stuðul úr grunninum.
Stuðulin, sum verður latin í fyrra umfarinum í ár, er upp til 500.000 krónur tilsamans. Umsóknarfreistin er hálvan mars.
Stuðul verður latin til vinnuútbúgving, ídnaðarroyndir og annað.
Stuðul til vinnuútbúgving kann vera skúlagjald, upp til 50.000 krónur, ella til vinnu Ph.d.útbúgvingar, upp til 150.000 krónur.
Vinnurekandi grunnur
Ídnaðarroyndir, sum kunnu skapa arbeiðspláss og vøkstur og/ella kunnu kveikja áhuga og kunnleika serliga hjá ungdómi til ídnaðin kunnu fáa stuðul.
Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur.
Hann eigur 32,7 prosent í partafelagnum JFK og 100 prosent í partafelagnum Norðoya íløgufelag, sum eigur í seks fyritøkum.
Føroyagrunnurin arbeiðir eisini við at stovna og byggja eitt sjóvinnusavn í Klaksvík.