- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava einki hoyrt frá Fíggjarmálaráðnum

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar hevur einki hoyrt aftur frá Fíggjarmálaráðnum, um verkætlanina um ókeypis sálarfrøði til ung millum 15 og 35 ár.
Sálarfrøðingarnir frættu umvegis heimasíðuna hjá Fíggjarmálaráðnum 11. februar, at samráðingarnar vóru slitnaðar - og at Fíggjarmálaráðið harmaðist um, at verkætlanin um ókeypis sálarfrøði til ung millum 15 og 35 ikki verður til nakað kortini.
Síðani hevur einki verið at frætt frá ráðnum um samráðingar sigur Annika Helgadóttir, forkvinna í Felganum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Tann 11. februar segði hon í útvarpinum at tey fegin fara aftur til samráðingarborðið.
Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður í Heilsumálum segði somuleiðis, at hann væntaði at partarnir tóku ábyrgd og funnu eina loysn
Felagið føroyskir sálarfrøðingar hava síðani sent eitt nýtt sáttmálauppskot til Fíggjarmálaráðið, men hava altso einki frætt aftur frá ráðnum.



























