SÍ favorittur hjá kvinnum - púra opið hjá monnum

SÍ favorittur hjá kvinnum - púra opið hjá monnum
Meðan ósigraða SÍ er favorittur í vágafinaluni móti Drátti, er ilt at meta um finaluna við monnum millum ÍF og Mjølnir undan steypadegnum í dag
Steypavinnararnir hjá monnum, Mjølnir, skal verja steypið móti ÍF seinnapartin
 
26.02.2021 - 15:10

Ilt er at taka dagar millum Mjølnir og ÍF undan finaluni í steypakappingini í flogbólti.

Klaksvíkingarnir hava vunnið finaluna tvær ferðir á rað og liggja eisini fremst í landskappingini.

Men ÍF, sum er aftur millum tey bestu, hevur bara tvey stig minni enn Mjølnir, og væntandi verður talan um eina javna og spennandi finalu.

SÍ stórfavorittur hjá kvinnum

SÍ er langt fremst í landskappingini við kvinnum, og eru favorittur, tá tær møta Drátti í eini reinari vágafinalu.

Sørvingar høvdu ikki stórvegis trupulleikar í 3-0 sigri móti Mjølni í hálvfinaluni, meðan Dráttur vann 3-1 í einum heldur javnari dysti móti Fleyr.

SÍ og Dráttur hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, og teir báðar dystirnar hevur SÍ vunnið við samanlagt seks settum móti ongum.

Finalan við kvinnum byrjar klokkan 13:30, og mansfinalan byrjar klokkan 16:00. Kringvarpið sendir tær beinleiðis í sjónvarpinum, og byrjað verður at senda klokkan 13:15.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327