Løkke vertur í sendingum um læknastríðið

Løkke vertur í sendingum um læknastríðið
Klaksvíkar býráð hevur samtykt at játta 300.000 kr. til tann partin, sum skal brúkast í skúlum og á søvnum
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, verður vertur. í sendingunum, sum verða gjørdar um læknastríðið
 
02.03.2021 - 09:15

Klaksvíkar kommuna skal gjalda fjórðingin av tí, sum sjónvarpssending hjá SaxoFilm um læknastríðið fer at kosta.

Ætlanin er at gera fýra sendingar til danskt sjónvarp og føroyskt sjónvarp. .

Fíggjarætlanin fyri føroyska partin er 1,2 mió. kr. Hetta er parturin, sum skal brúkast í skúlum og á søvnum.

Hendan partin ætlar býráðið í Klaksvík at stuðla við 300.000 kr.

Umsitingin og Mentanarnevndin vildu geva 400.000 kr.

Men Fíggjarnevndin segði 300.000 kr, og tað samtykti býráðið. 

Sendingarnar um læknastríðið skulu vera lidnar seint í heyst. Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, verður vertur í sendingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334