7.000 fólk eru koppsett

bannari
7.000 fólk eru koppsett
4.211 hava fingið fyrra prikið, og 2.830 eru liðugt koppsett
4.211 fólk eru koppsett fyrru ferð, og 2.830 eru liðugt koppsett
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2021 - 11:28

Í gjár vórðu 326 búfólk á ellis- og røktarheimum og sjúklingar í serligum vandabólkum koppsett. 20 fólk fingu fyrra prikið, og 306 fingu seinna prikið.

Nú eru tilsamans 7.041 koppsetingar gjørdar í Føroyum, skrivar corona.fo. 4.211 fólk eru koppsett fyrru ferð. Tað svarar til 7,9 prosent av øllum føroyingum. 

2.830 føroyingar hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett. Tað svarar til 5,3 prosent av samlaða fólkatalinum. Í gjár vórðu 189 fólk í Føroyum kannað fyri koronu, men allar royndirnar vóru negativar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890