16 milliónir settar av til havgransking

16 milliónir settar av til havgransking
Lýst verður nú eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi
 
05.03.2021 - 06:31

Tey, sum hava hug at granska Norðuratlantshav, kunnu fáa upp í fýra milliónir krónur til tess. Lýst verður nú eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi.

Í umsóknarumfarinum 2021 verður dentur lagdur á gransking, sum er tengd at, men tó ikki avmarkað til ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland. 

Í mesta lagi fýra milliónir til hvørja verkætlan

16 milliónir krónur eru at søkja um. Ein triðingur, góðar fimm milliónir, eru ætlaðar til gransking í føroyskum sjógvi. 

Í mesta lagi fýra milliónir krónur verða latnar til hvørja verkætlan. Dentur verður lagdur á samstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark. 

Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu hava samstarv um verkætlanina. Granskingarstovnar í øðrum londum kunnu vera, men tey skulu tá fíggja sín part. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083