Eykajáttan til at gera veghæddina lidna

Eykajáttan til at gera veghæddina lidna
Veghæddin á Biskupstorgi í Klaksvík, har handilsvirksemi verður, skal nú gerast liðug
 
05.03.2021 - 07:13

Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at játta 8,7 milliónir krónur til at innrætta veghæddina á Biskupstorgi, soleiðis at hon kann leigast út til vinnulívið í býnum.

Tær 8,7 milliónirnar vórðu fingnar til vega við eykajáttan á býráðsfundi í síðstu viku. Pengarnir verða bókaðir sum ein íløga í fastogn hjá kommununi.

Fyrradagin undirskrivaði Klaksvíkar Kommuna sáttmála við seks ymiskar fyritøkur, ið skulu gera handilshølini klár at flyta inn í. Arbeiðið skal vera liðugt um 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928