- Tíðindi, mentan og ítróttur
Móð er besta svarið
Eg eiti Gunnvá Winther, eg eri 16 ára gomul og gangi í 9. flokki í Skúlanum á Fløtum. Í frítíðini venji eg flogbólt, hip hop og arbeiði eitt sindur í Sheep.
Hugsar tú um veðurlagið?
Ja, dagliga. Eg royni at halda meg í gongd við at lesa greinar og lurta eftir fyrilestrum, bæði um hvussu trupulleikin er skrúvaður saman, men eisini, hvat kann gerast fyri at steðga honum.
Nær byrjaði tú at hugsa um veðurlagið?
Man byrjar nokkso tíðliga at hoyra um, at man ikki skal tveita rusk út, tí tað ikki verður niðurbrotið. So eg byrjaði nokkso tíðliga at hugsa um dálking, og við dálkingini fingu veðurlagsbroytingarnar eisini í mín áhuga.
Eg haldi tað vera løgið, at vit enn eru bundin av at brenna olju. Óansæð um man leggur tað stóra í veðurlagsbroytingar, mótvirkar olja onkursvegna framgongd. Kenst løgið, at tað enn skal vera ein trupulleiki.
Er dálking líka umhvørvisskaðiligt sum útlát eftir tíni meting?
Altso, lívfrøðiligt margfeldi verður ofta skumpað til viks. Plastdálking o.a. er ein sera stór hóttan fyri lívmargfeldið. Hóast lívfrøðiligt margfeldið og veðurlagið eru hvør sítt, ganga tey kortini hond í hond. So eg vildi nokk sagt, at hesi eru líka stórir trupulleikar, men á ymiskan hátt.
Tó skal sjálvandi sigast, at eg neyvan eri tann besta at spyrja um hetta, tí eg havi ikki nóg nógva vitan um hetta.
Fylla veðurlagsbroytinganar nógv í tínum gerandisdegi?
Eg eri, fyri veðurlagið, vorðin vegetar, og eg royni at hava hasar lítlu gerandisbroytingarnar við mær, so sum altíð hava eitt innkeypsnet og termokopp uppi á mær. So eri eg eisini limur í Veðurlagslóg Nú.
Hvussu hevur tú tað, tá ið tú sært onkran tveita rusk frá sær?
Eg havi hug at skjóta tey. Nei, men seriøst, eg havi bara ilt við at skilja hví tey gera tað. Oftast fari eg yvir og taki ruskið og koyri tað í ruskspannina.
Er nakar vansi við at vera ung og hugsa um veðurlagið?
Eg vildi ikki sagt, at tað er ein vansi at vera ung og hugsa um veðurlagið, men at vera ein av fáum, millum fleiri. Onkuntíð verður man ørg, tí onkur, kanska foreldur ella onnur ung bara ikki skilja tað, tú sigur.
Hevur tú nakrantíð ynskt, at tú ikki hugsaði um veðurlagsbroytingar - júst sum nógv onnur ung?
Altso, ja og nei. Av tí, at eg havi vitað hetta so mikið leingi, havi eg havt møguleika at ment mína vitan, so at eg fái verið við til, at gera okkurt við málið. Tó er tað eisini troyttandi at hugsa um, men tað hevur ikki so nógv við meg sjálva at gera, men heldur er tað, hvussu støðan verður handfarin.
So um støðan varð handfarin betur, hevði eg allarhelst svarað við einum ivaleysum nei.
Hví er tað so týdningarmikið, at vit gera okkurt við veðurlagsbroytinganar?
Óansæð, um man heldur, at veðurlagsbroytingar fara at vera endin á menniskjanum ella ikki, hava veðurlagsbroytingar so nógv keðiligt við sær, t.d. at ísurin á Arktis bráðnar, so ísbjarnirnar verða hóttar, og fleiri býir hava fingið stormar og regn, so eg haldi tað vera nokkso upplagt, at hatta skal steðgast.
Ert tú bangin, súr, kedd, irreterað, móð, tá ið tú hugsar um veðurlagið?
Eg haldi, at móð er besta svarið.
Eg eri, fyri veðurlagið, vorðin vegetar
Hvar sært tú teg sjálva um 10 ár?
Ja, nú veit eg ikki. Eg havi havt ætlanir um at vera sakførari í so øgiliga langa tíð, men tær eru spakuliga við at fána. Men hóast man ikki ordiliga kann fyrireika tað arbeiðið, havi eg altíð viljað verið politikari, síðani eg var heilt lítil.
Hvat er týdningarmesta telefonsamrøðan tú hevur havt?
Tann allarsíðsta eg hevði við ommu, tá hon var á Ríkissjúkrahúsinum til stráluviðgerð. Eg náddi ikki at síggja hana aftur, og eg vildi bara ynskt, at eg dróg ta telefonsamrøðuna eitt sindur longur út.
Yndis seria/filmur?
Eg dugi ikki at hava yndisfilmar, men eg ivist ikki eina løtu í, at mín yndisrøð er SKAM. Eg haldi SKAM vera týdningarmesta ungdómstilfar, sum er komið út í Norðurlondum. Tað ljóðar kanska nokkso ekstremt, men eg eeeelski SKAM.
Um tú bara hevði kunnað etið eitt ting restina av tínum lívi, hvat hevði tað so verið?
Allarhelst lasagna, tí eg elski at gera lasagnu, næstan líka nógv, sum eg elski at eta hana, og bechamelsós er tað besta í heiminum.
Hvat ráð hevði tú givið til tín sjálvs, um tú møtti tær sum barn?
Uff, hvar skal man byrja? Tað størsta man vera at hugsa um, hvat eg átti at gjørt ørðvísi fyrr. Eg haldi, at tað man vera hesi:
At minnast tøl og listar er ikki at vera klókur, og eingin leggur í at hoyra tey.
Vitja ommu og abba meira.
Gevst at verða so illa við av menniskjaligum feilum. Tú ert so mikið klók, tú eigur at vita, at hatta er tíðaroyðsl.
Tað ger teg ikki kula at vera radikal í øllum.
Tak tær av húðini.
Hvør er tín fyrimynd?
Omma mín, sum doyði í august. Hon vitjaði eini 40 lond, royndi alt, var altíð blíð, og øll, sum eg havi tosað við, siga altíð, hvussu fitt og klók hon var.
Um tú hevði uppmerksemið hjá allari verðini í 30 sek. hvat hevði tú so sagt?
Ja, tað hevði nú verið rættiliga vilt at uppliva. Tað er ein vansi við at hava so nógv áhugamál. Veðurlagsbroytingar eru væl eitt tað mest átrokandi, so eg hevði allarhelst sagt okkurt um tað, men kanska bara okkkurt um, at vit skulu vera góð við hvønn annan.
Hvat hopar tú stendur eftir teg, tá ið tú einaferð ikki ert her meir?
Einar rúmligar og frælsar Føroyar. Tað ljóðar rættiliga cliché, men alt ov nógv verður ikki rúmað, t.d. næmingar, sum ikki eru so sterkir bókliga, men eisini tað meira traditionella, sum t.d. LGBTQ+-menniskju.
Bestu ráð, tú hevur fingið?
Eg veit í roynd og veru ikki, um eg nakrantíð havi fingið hetta ráðið frá onkrum, ella um hetta bara er okkurt, eg eri komin fram til burtur úr øðrum ráðum, men ikki hanga í tínum gomlu mistøkum, tú fært akkurát einki burtur úr tí. Brúka tey til at gera tað betri næstu ferð.
Eitt ting, sum tú elskar við tær sjálvari?
Eg tori at tosa. Bæði at siga mína meining, men eisini bara at hava samrøður við fólk. Tað hevur hjálpt mær væl.