Seldu lutaseðlar fyri at fíggja badmintonhøllina

Seldu lutaseðlar fyri at fíggja badmintonhøllina
Poul Michelsen og Bent á Lava vóru millum undangongumenninar, tá badminton tók seg upp í Føroyum. Teir vóru báðir til 40 ára hald leygardagin
15.03.2021 - 19:10

Í hesum døgum eru 40 ár síðan, at Badmintonsamband Føroya varð innlimað í Ítróttarsambandið.

Poul Michelsen  og Bent á Lava taldust millum undangongumenninar, tá fólk byrjaðu at spæla badminton í Føroyum.

Fyrstu nógvu árini varð spælt í fimleikarhøllum í Havn, men tær vóru lágar, og tí var tað stórt frambrot, tá ítróttarhøllin á Hálsi varð bygd.

 - Tað var ein øgiligur munur. Vit vóru fimm feløg, sum áttu høllina. Tað vóru Neistin, Kyndil, HB, B36 og Havnar Badmintonfelag, sigur Poul Michelsen, sum vann fyrsta føroyska FM-heitið í badminton sum 22 ára gamal.

 - Vit fingu so ein fimting av tímunum, og tað var ein øgiliga stórur munur og eitt gjøgnumbrot at fáa loyvi til at spæla við hædd og øllum.

Inn á Skálafjørðin at selja lutaseðlar

Í áttatiárunum var stig tikið til at byggja badmintonhøll omaná gamla uttandura svimjihylin í Gundadali, men ikki so lítið av fígging skuldu fáast til vega.

Bent á Lava og onnur seldu millum annað lutaseðlar, og eisini varð selt inni á Skálafjørðinum. 

Serliga minniligir vóru sølutúrar á Toftum og á Strondum, har øll ikki vóru altráð eftir at stuðla eini badmintonhøll í Havn.

Hoyr Bent á Lava greiða frá í innslagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563