Hjálparpakkin fer at kosta í mesta lagi 47,5 mió.

bannari
Hjálparpakkin fer at kosta í mesta lagi 47,5 mió.
Lógaruppskotið um hjálparpakka fýra er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 6. apríl
 
29.03.2021 - 06:57

Endamálið við uppskotinum er, eins og endamálið var við hjálparpakka trý, at geva ferðavinnufyritøkum stuðul so annars burðardyggar fyritøkur kunnu standa ímóti og koma gjøgnum kreppuna soleiðis, at hendan vinnan ikki fer fyri bakka.

Fyritøkurnar skulu vera til reiðar at halda fram við rakstrinum, tá ið latið verður meira upp fyri ferðandi, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum eigur uppskotið.

Líkist nógv hjálparpakka trý

Hjálparpakki fýra líkist nógv hjálparpakka trý, sum fór úr gildi 1. september í fjør.

Fyri at fáa pengar úr hjálparpakka fýra, skulu ferðavinnufyritøkurnar í stuðulstíðarskeiðinum hava minst 40 prosent afturgongd í umsetninginum.

AirBnB og tey, sum leiga út summarhús, fáa ikki stuðul. Tey kunnu leiga til onnur enn ferðafólk, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Almenn feløg ikki stuðul

Almenn feløg fáa heldur ikki stuðul. Stuðulstíðarskeiðið er frá 1. september 2020 til 30. apríl 2021.

Stuðulin er 75 prosent av føstu útreiðslunum í stuðulstíðarskeiðinum, um afturgongdin í umsetninginum er 60 til 100 prosent, og 50 prosent, um afturgongdin er 40 til 60 prosent.

Stuðulin kann í mesta lagi vera 10 mió. kr. til hvørja ferðavinnufyritøku ella samtak.  Stuðulin, sum skeinkingarstøð fingu, tí tey vórðu noydd til at lata aftur tíðliga, verður mótroknaður.

Nógvar treytir

Nógvar treytir eru, millum annað, at tey, sum fáa stuðul, skulu ikki rinda vinningsbýti fyri árini 2020, 2021 og 2022. 

Ætlanin er at fíggja útreiðslurnar við eykajáttanarlóg. Hjálparpakki trý kostaði 22 milliónir krónur. Hjálparpakki fýra fer at kosta í mesta lagi 47,5 milliónir krónur.

Tað veldst um Smyril Line søkir. Smyril Line, hvørki Norrøna ella hotellini, søkti ikki um pengar úr hjálparpakka trý.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053