- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 prosent av fiskinum kann landast uttanlands
Føroysk skip skulu nú sleppa at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands. Sjófeingislógin ásetir annars, at øll veiða hjá føroyskum fiskiskipum skal landast í Føroyum. Tað er lógaruppskotið um veiðigjøld, sum er orsøkin til broytingina.
Sambært lógaruppskotinum um veiðigjøld skal veiðigjaldið á uppsjóvarfisk ásetast eftir miðal avreiðingarprísunum árið fyri. Við at loyva skipunum at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands verður mett, at tað vil tryggja prísásetingina í Føroyum.
Landsstýrið ætlar, at veiðigjald verður lagt á uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavninum. Kortini heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt, at øll skip sleppa at landa 15 prosent av veiðini uttanlands.




















