Undirskot í 2022

Undirskot í 2022
Játtanarkarmarnir koma fyri løgtingið mikudagin. Undirskotið í 2022 er mett til næstan 100 mió. kr.
Fíggjarkarmurin er ein framskriving av fíggjarlógaruppskotinum, sum kemur í heyst
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
05.04.2021 - 10:11

"Til tess at røkka ætlaða úrslitinum í løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 er grundarlagið tær givnu fyritreytirnar fyri framskrivingum á útreiðslu-og inntøkusíðu landskassans, soleiðis sum lýst í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar."

Soleiðis stendur at lesa í játtanarkarmunum, sum koma fyri løgtingið mikudagin. Talan er "bert" um eitt uppskot til samtyktar, sum skal gera fíggjarlógararbeiðið eitt sindur smidligari.

6.,2 milliardir

Mett verður at inntøkur landskassan í 2022 eru 6,2 milliardir krónur, og at raksturin av landinum fer at kosta umleið 5,6 milliardir krónur. 535 milliónir eru til at gera íløgur fyri. 

Tingfundurin er settur at byrja klokkan 11. Einki annað mál er á skránni, burtursæð frá ófráboðaðum spurningum. 

 

Játtanarkarmarnir kunnu lesast her

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928