Longt sáttmálan við tveimum árum

Longt sáttmálan við tveimum árum
Ólavur Larsen er høvuðsvenjari hjá íF næstu tvey árini
Georges Ísak Rouah, formaður, saman við Ólavi Larsen, nýggja høvuðsvenjaranum
 
05.04.2021 - 11:34

Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi. 

- Felagið hevur seinastu tíðina arbeitt við at seta langtíðarmál fyri felagið, so ungdómsdeildin, kvinnudeildin og mannfólkadeildin koma í eina fasta legu, har felagið fær ein reyðan tráð at arbeiða eftir og fær sett sær langtíðarmál. Høvuðsvenjarin hjá Betri Monnum er ein sera týdningarmikil partur av hesum arbeiðnum, so alt felagið er ein sterk eind, sum arbeiðir saman um felags mál, skrivar felagið í tíðindaskrivinum. 

Kendur frammanundan

Ólavur Larsen er frammanundan kendur frá lokalpolitikki. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá felagnum saman við Hans Jørgeni Djurhuus farna árið. 

- Ólavur Larsen, hevur verið venjari í ymsum aldursbólkum og hjá báðum kynum í ÍF næstan óavbrotið síðani 2002, so hann kennir væl felagið og hevur upparbeitt sær nógvar royndir sum venjari seinastu 20 árini, hóast sín unga aldur. Í 2018 fór hann í undir UEFA A-venjaraútbúgvingina og í desember 2020 var útbúgvingin lokin. Nevndin hevur havt ein góðan dialog við Ólav og eru væl nøgd við tað arbeiði, ið er lagt fyri dagin, stendur í tíðindaskrivinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097