Kunnu velja annað koppingarevni enn AstraZeneca

bannari
Kunnu velja annað koppingarevni enn AstraZeneca
Koppsetingarbólkurin í Bretlandi mælir til, at tá tað ber til, skulu bretar undir 30 ár sleppa at velja sær annað koppingarevnið enn AstraZeneca
 
08.04.2021 - 12:10

- Tað er fyri at vísa varsemi, ikki tí vit eru stúrin um trygdina í samband við koppingarevnið frá AstraZeneca. Tað sigur Wei Shen Lim, formaður í bretska koppsetingarbólkinum.

Evropeiski heilivágsstovnurin - EMA - hevur møguliga funnið ein samband millum koppingarevnið frá AstraZeneca og blóðtøppar hjá fólki við ov fáum blóðplátum. Tað kom fram á tíðindafundi í gjár.

EMA metir tí, at blóðtøpparnir skulu upplýsast sum sjáldsom hjáárin, tá ið koppsett verður við AstraZeneca, og at heilsustarvsfólk frameftir skulu vera á varðhaldi við hesum fyrstu tvær vikurnar eftir koppseting.

Fleiri enn 40 milliónir borgarar í Evropa hava fingið í minsta lagi eitt prik av AstraZeneca, sambært miðlinum Politico.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342