Kundu hugsað sær størri stuðul

Kundu hugsað sær størri stuðul
Ferðavinnufelagið heldur, at størsti stuðulin í hjálparpakka fýra eigur at vera 14 milliónir krónur og ikki 10 millónir, sum lógaruppskotið sigur
 
09.04.2021 - 06:43

Felagið sigur, at stuðulstíðarskeiðið er longri enn í hjálparpakka trý, har sum 10 milliónir krónur er størsti stuðulin.  

Harafturat heldur felagið tað ikki vera rímiligt, at stuðulin, sum skeinkistøð fingu, tí tey vórðu noydd til at lata aftur fyrr enn vanligt, skal mótroknast í hjálparpakka fýra, tí myndugleikarnir stongdu støðini.

Ummælisfreistin í styttra lagi

Felagið vísir á eina aðra broyting, sum sigur, at grannskoðari skal átekna umsóknina, um biðið verður um meira enn 120.000 krónur.

Ferðavinnufelagið mælir til, at feløgini, sum fáa stuðul, fáa útreiðslurnar til grannskoðara endurgoldnar.

Felagið ger eisini vart við, at ummælisfreistin var nakað stutt. Tí er væntandi, at fleiri viðmerkingar koma frá felagnum eftir at freistin er farin. Hon fór týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037