Anfinn Olsen vísir ákærum aftur

Anfinn Olsen vísir ákærum aftur
Í drúgvum skrivi til fjølmiðlarnar greiðir Anfinn Olsen frá teimum flytingum, sum vórðu umrøddar í sendingini "Teir Ómettiligu II" í KvF týskvøldið
 
10.04.2021 - 18:29

Reiðarin Anfinn Olsen vísir aftur teimum ákærum, sum vórðu reistar móti Framherja í sendingini "Teir Ómettiligu II" í sjónvarpinum týskvøldið.

Í drúgvum skrivi, sum er sent øllum fjølmiðlum ídag, greiðir Anfinn Olsen frá, at flytingarnar - sum vórðu umrøddar í sendingini -  eru gjørdar í samband við skipakeyp, har Framherji í tveimum umførum útvegaði sær skip í styttri tíðarskeið, ávíkavist Geysir og Alina.

Sambært skrivinum varð tað gjørt, tá Føroyar í 2010, 2011 og árini frameftir ásettu sær sína egnu og munandi størri makrelkvotu, og neyðugt var við fleiri skipum, bæði til at fiska og taka ímóti fiskinum.

Víðari greiðir Anfinn Olsen í tíðindaskrivinum frá, at seks flytingar stava frá, tá Framherji keypti trolaran Odra frá einum týskum dóttirfelag hjá Framherja. Skipið varð síðani umbygt og fekk navnið Akraberg. Sambært reiðaranum var brúk fyri eini millumfígging, ið varð fingin frá Esja Seafood, sum er dóttirfelag hjá Samherja við heimstað á Kypros.

Seinasta flytingin er, sambært Anfinn Olsen, gjørd í samband við teknan av nýggjum partapeningi í Faroe Origin. Framherji legði pengarnar út fyri Samherja, og fekk teir afturgoldnar við eini flyting frá felagnum Esja Seafood á Kypros, sum Samherji eigur.

Onga samrøðu í dag

Kringvarpið hevur tosað við Anfinn Olsen, eftir at hann sendi fjølmiðlunum tíðindaskrivið. Stjórin í Framherja vil tó ikki gera eina bandaða samrøðu ídag.

Hann váttar tó fyri Kringvarpinum, at Taks hevur sett seg í samband við Framherja, eftir at nevndu flytingar millum feløg í Føroyum og á Kypros vórðu umrøddar í sendingini.

Sendingin "Teir Ómettiligu 2" reisir eisini spurningin, hvør hevur ræðisrættin í Framherja - føroyski høvuðspartaeigarin Framherji ella íslendski minnilutaeigarin Samherji.

Í tíðindaskrivinum til fjølmiðlarnar ídag sigur Anfinn Olsen, at hann hevur fullan avgerðarrætt í samtakinum Framherja. Ognarluturin hjá Samherja er 24 prosent.

Tað er Vørn, sum hevur eftirlitið við ræðisrættinum í føroysku fiskivinnuni á sjógvi. Vørn hevur ikki sett seg í samband við Framherja.

Tíðindaskrivið frá Framherja

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431