Fyrstu FM-finalurnar í hondbólti í dag

Fyrstu FM-finalurnar í hondbólti í dag
Kvinnurnar hjá Neistanum taka ímóti StÍF og menninir hjá H71 vitja VÍF i Vestmanna, nú fyrstu FM-finalurnar verða spældar seinnapartin
StÍF skal á vitjan hjá Neistanum, meðan VÍF og H71 spæla í Vestmanna
 
11.04.2021 - 09:25

Í dag verða fyrstu FM-finalurnar í hondbólti við bæði kvinnum og monnum spældar.

Neistin, sum vann triðju og avgerandi hálvfinaluna móti Kyndli hósdagin, tekur ímóti StÍF, sum vann báðar hálvfinalurnar móti H71.

Dysturin er klokkan 17.00 í høllini á Hálsi, og Kringvarpið stroymir hann á kvf.fo frá klokkan 16.50.

Hjá monnunum spæla VÍF og H71 í Vestmanna. 

Vestmenningar skúgvaðu Neistan til viks í hálvfinalunum, meðan H71 vann tveir javnar og spennandi dystir móti KÍF.

Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 19.30.

Í FM-finalunum verður spælt best av fimm og spælt verður soleiðis:

Sunnudagin 11. apríl
Kvinnur FM-finala 1 kl. 17.00 Neistin – StÍF
Menn FM-finala 1 kl. 19.30 VÍF – H71

Mikudagin 14. apríl
Kvinnur FM-finala 2 kl. 18.00 StÍF – Neistin
Menn FM-finala 2 kl. 20.00 H71 – VÍF

Leygardagin 17. apríl
Menn FM-finala 3 kl. 16.00 VÍF – H71
Kvinnur FM-finala 3 kl. 19.00 Neistin – StÍF

Mikudagin 21. apríl
Menn møgulig FM-finala 4
Kvinnur FM-finala 4

Leygardagin 24. apríl
Menn møgulig FM-finala 5
Kvinnur FM-finala 5

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928