Ferðafólkaskip avlýsa

Ferðafólkaskip avlýsa
Tvey tey fyrstu ferðafólkaskipini, ið skuldu koma á Havnina í ár, hava avlýst
 
12.04.2021 - 10:34

Fyrsta skipið skuldi koma 20. apríl. Tað er Bolette hjá Fred. Olsen Cruise Lines í Skotlandi. Skipið kemur ikki.

Fyrst í mai skuldi eitt skip koma, men tað kemur heldur ikki. Fyrsta skipið, norska Fridjof Nansen, kemur á Havnina 29.mai.

44 ferðamannaskip høvdu boðað frá, at tey koma á Havnina í summar. Nú eru 42 eftir.

Sjey skip hava boðað frá, at tey koma til Runavíkar Havn, og trý ella fýra, at tey koma til Klaksvíkar í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026