Koppsetingargøla í Italia

bannari
Koppsetingargøla í Italia
Fólk í landinum eru í øðini, eftir at umfatandi svik og ógreiðar mannagongdir eru komnar undan kavi. 
 
12.04.2021 - 16:16

Illgruni er um, at italska mafian stendur fyri skipaðum trýsti á bíðirøðirnar til koppseting í landinum, sum er meint rakt av koronufarsóttini, skrivar SVT.

2,3 milliónir fólk, sum hvørki eru gomul ella heilsurøktarstarvsfólk eru koppsett fyri koronu í Italia. Síðst í mars vóru fleiri fólk í 20-árunum enn í 70-árunum koppsett.

Hóttanir settar fram

Lærarar, fangavørðar, løgreglufólk, sløkkiliðsfólk og sálarfrøðingar eru millum teirra, sum hava fingið fyrsta prikið áðrenn eldri fólkini, og tað hevur elvt til vreiði.

Øki, har mafian hevur stóra ávirkan, hava sera stóran trupulleikar av, at fólk koma fram um í koppsetingarrøðini.

– Hetta ber til orsakað av vald og veldi ella við beinleiðis hóttanum. Í telefonavlurting skal eitt heilsustarvfólk í økinum hava sagt við ein, sum hevur samband við mafiuna, at tey kunnu koppseta kettuna hjá honum, um hann vil tað, skrivar SVT.

Deyðatølini stór í løtuni

Deyðatølini í Italia er stór, tí nógv eldri fólk í landinum eru ikki koppsett enn. Hvønn dag doyggja millum 300 og 500 fólk av koronu.

Spurningurin er nú, um tey, sum hava sníkt seg framum í bíðirøðini til koppsetingar í Italia, eisini hava rætt til seinna prikið.

Fleiri politikarar í Italia vilja síggja nøvnini á teimum, sum eru koppsett. Men stúrt verður fyri, at fólk verða so uppøst og fara at gera seg inn á fólk, sum eru koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595