Japan leiðir geislavirkið vatn í havið

Japan leiðir geislavirkið vatn í havið
Meira enn 10 ár eru liðin, síðani kjarnorkuverkið Fukushima varð stongt
Hendingin á kjarnorkuverkinum Fukushima fyri 10 árum síðani verður mett at vera líka álvarslig sum vanlukkan á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl í 1986
 
13.04.2021 - 09:11

Japanska stjórnin hevur gjørt av at lata eina millión litrar av dálkaðum vatni frá kjarnorkuverkinum, Fukushima, út í havið. Tað upplýsir japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga, í dag.

Avgerðin fellur ikki í góða jørð hjá grannalondunum, Kina og Suðurkorea.

Ætlanin um at leiða dálkaða vatnið út í havið byrjar um tvey ár, sigur forsætisráðharrin.

Ætlanin verður sett í verk, nú meira enn 10 ár eru liðin, síðani verkið við Fukushima varð stongt.

Øll árini hevur fiskivinnan í Fukushima stríðst ímóti ætlanini, tí vandi er fyri dálking. Men tað slepst ikki undan at leiða vatnið út í havið, sigur forsætisráðharrin, sambært AFP.

Kina: Burturvið

Kina sigur tað vera burturvið at leiða so nógv av geislavirknum vatni út í Kyrrahavið, tí tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri bæði fólk og fæ.

Longu í september í 2019, skrivar bretska blaðið, The Guardian, at felagið, sum ruddar kjarnorkuverkið við Fukushima, sá ikki nakra aðra loysn, enn at lata geislavirkna vatnið renna út í havið.

Síðani tá hava umhvørvisfelagskapir funnist hvassliga at ætlanini.

Fyri 10 árum síðani, 11. mars í 2011, varð ein harður jarðskjálvti tætt við kjarnorkuverkið, og ein flóðalda breyt inn yvir verkið og økið við verkið.

Hendingin verður mett sum tann álvarsligasta á einum kjarnorkuverki, síðani vanlukkuna í Tjernobyl í Ukraina í 1986.

Umleið 20.000 fólk lótu lív í japanska jarðskjálvtanum og flóðalduni, sum breyt inn yvir økið, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216