Listafólk fáa eisini hjálparpakka

Listafólk fáa eisini hjálparpakka
Stuðulin kann í mesta lagi vera 75 prosent av staðfestum og skjalprógvaðum tapi
Listafólk, sum hava virksemið skipað í ein løgfrøðiligan persón, so sum smápartafelag, eisini søkja úr hjálparpakkanum
Mynd: Savnsmynd  
 
14.04.2021 - 08:40

Eitt uppskot um lóg, sum skal hjálpa listafólkum, sum korona rakar, kom í løgtingið í gjár.

Ætlanin er at gera eina stuðulsskipan lík teirri skipan, sum var í fjør.

Men nú kunnu listafólk, sum hava virksemið skipað í ein løgfrøðiligan persón, so sum smápartafelag, eisini søkja.

Í mesta lagi 75 prosent

Uppskotið umfatar fíggjarligt tap í tíðarskeiðnum 1.september í fjør til 30.apríl í ár.. 

Stuðulin kann í mesta lagi vera 75 prosent av staðfestum og skjalprógvaðum tapi. Tapið skal í minsta lagi vera 10.000 kr. Ætlanin er at biðja løgtingið játta 3,5 mió. kr. til endamálið.

Ikki verður sagt, hvussu leingi lógin skal vera í gildi, men  landsstýrismaðurin í mentamálum kann seta hana úr gildi við kunngerð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040