Vinstriflokkurin í Danmark bløðir

Vinstriflokkurin í Danmark bløðir
Var val nú, hevði flokkurin bert fingið 10,4 prosent av atkvøðunum, vísir ein veljarakanning
Síðani Jakob Ellemann-Jensen tók við sum formaður í Vinstraflokkinum, hevur støðugt gingið aftur á hondina. Var val nú, hevði Vinstri bert fingið 10,4 prosent av atkvøðunum.
 
16.04.2021 - 10:23

Tað gongur av skriðuni hjá danska Vinstraflokkinum, og nýggja formanninum, Jakob Ellemann-Jensen, vísir ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið.

Í eini kanning, sum varð gjørd í januar, fekk Vinstri søguliga lítla undirtøku, bert 13,3 prosent. Men nú vísir ein nýggj kanning, at støðan er versnað, og at flokkurin bert hevur undirtøku hjá 10,4 prosentum av donsku veljarunum.

Samstundis hava Konservativi flokkurin og Søren Pape Poulsen, floksformaður, stóra framgongd, og Konservativi flokkurin hevði fingið 15,5 prosent av atkvøðunum, um val var nú.

Fekk 23,4 prosent á valinum

Á fólkatingsvalinum fyri tveimum árum síðani fekk Vinstri 23,4 prosent av atkvøðunum, og Konservativi flokkurin fekk 6,6 prosent.

Nú er Konservativi flokkurin størstur á bláa veinginum í donskum politikki.

Jakob Ellemann-Jensen er ikki høgt í metum, og bert níggju prosent av teimum spurdu siga seg vilja hava hann sum forsætisráðharra, meðan 44 prosent siga vilja hava Mette Frederiksen sum forsætisráðharra í Danmark.

12 prosent vilja heldur hava Søren Pape Poulsen til forsætisráðharra, enn Jakob Ellemenn-Jensen.

Ongantíð fyrr hevur Vinstri fingið so vánaliga undirtøku í nakrari kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674