Funnin sekur: Derek Chauvin drap George Floyd

Funnin sekur: Derek Chauvin drap George Floyd
Fyrrverandi løgreglumaðurin í USA drap George Floyd, siga teir 12 nevningarnir, ið brúktu 10 tímar um niðurstøðuna
 
21.04.2021 - 07:34

Fyrrverandi løgreglumaðurin í USA, Derek Chauvin, er funnin sekur í drápinum á George Floyd. Hann eru sekur í øllum trimum ákærupunktunum.

Teir 12 nevningarnir nýttu 10 tímar at koma fram til avgerðina. Málið er eitt av tí mest umrødda í nýggjari tíð. Enn er ikki greitt hvørja revsing, Derek Chauvin fær.

Tað verður ikki greitt fyrr enn um umleið átta vikur. Men hann kann fáa eina fongsulsrevsing upp móti 75 árum, skriva amerikanskir miðlar.

Hann er nevniliga funnin sekur í trimum ákærupunktum. Longsta revsing í hvørjum av teimum er ávíkavist 40, 25 og 10 ára fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870