Flota nýggjan Argjabát í dag

Flota nýggjan Argjabát í dag
Argja Róðrarfelag hevur fingið eitt nýtt 8-mannafar, sum Sámal Hansen hevur smíðað
 
25.04.2021 - 12:26

Argja Róðrarfelag flotar í dag eitt nýtt 8-mannafar. Tað er Sámal Hansen, sum hevur smíðað nýggja Argjabátin.

Gamli Argjabáturin er 20 ára gamal, og hann smíðaði Sámal Hansen í 2001. Fyrsti Argjabátin smíðaði Niclasi í Koltri í 1982.

Vunnið FM 15 ferðir síðani 1991

Tað var gamalt at flota kappróðrarbátarnar 25. apríl, og nýggi Argjabáturin verður eisini flotaður á fyrsta sinni í dag klokkan 14. 

Manningin ætlar at rógva inn í Sandágerð og út á Argjaboða við nýggja bátinum, og soleiðis heilsa uppá Argjafólk, sigur Rúni Vesturklett hjá Argja Róðrarfelag.

Argjabáturin hevur staðið seg væl og hevur vunnið 15 føroyameistaraheiti frá 1991 til 2020. Seinasta FM-heitið vann Argjabáturin í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858