5.000 fleiri gistingar í mars

5.000 fleiri gistingar í mars
Vøksturin er serliga stórur í Havn, har hann var 124 prosent
Gistingarnar á gistingarhúsunum í Havn meira enn tvífaldaðust í mars
 
26.04.2021 - 11:41

Í mars vóru 9.500 gistingar á gistingarhúsunum í Føroyum. Tað eru 5.000 fleiri enn í mars í fjør.

Tað var um hálvan mars í fjør, at samfelagið fór niður í ferð, so vøksturin í ár er ikki so løgin.

Hinvegin minkaðu gistingarnar 3,7 prosent samanborið við mars í 2019, sigur Hagstovan.

124 prosent vøkstur

Tað eru serliga gistingarhúsini í høvuðsstaðnum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum.

Vøksturin í Havn var 124 prosent, meðan vøksturin uttan fyri høvuðsstaðin var 31 prosent.

Tað vóru serliga føroyingar, sum gistu á hotellunum í mars. Henda mánaðin gistu tríggjar ferðir so nógvir føroyingar sum í mars í fjør.

Danir gistu 50 prosent meira, men hjá fólki úr øðrum londum var talið á gistináttum at kalla óbroytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595