Taska hjá Forsætisráðnum endað í pedofilimáli

Taska hjá Forsætisráðnum endað í pedofilimáli
Løgreglan fann eina horvna tasku hjá danska Forsætisráðnum, tá hon framdi húsarannsókn í samband við nógv umrødda pedofilimálið í mars
26.04.2021 - 22:07

Ein taska hjá einum miðlaráðgeva hjá Mette Frederiksen hvarv, tá danski forsætisráðharrin vitjaði Føroyar í november 2019.

Ein mánað seinni verður hon funnin í einum skápi í samband við eina húsarannsókn.

Tað er løgreglan, sum leitar heima hjá 42 ára gamla manninum, sum nú er dømdur trý ára fongsul í nógv umrødda pedofilimálinum í síðsta mánað.

Dómarin avgjørdi at seta referatforboð í Føroya Rætti, men tað er nú tikið av, eftir at Eystari Landsrættur  hevur givið Kringvarpinum viðhald í kæru.

Tann dømdi var bussførari og koyrdi fylgið hjá Mette Frederiksen, tá tey ferðaðust í Føroyum.

Í taskuni við spjaldrinum Statsministeriet á var millum legitimatiónskort og skjøl.

Danska Forsætisráðið hevur ongar viðmerkingar til málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329