Triathlon skal út um landið

Triathlon skal út um landið
Nýtt triathlonfelag er stovnað á Strondum. Tað er fyrsta slíka felag uttanfyri Havnina, og forkvinnan ætlar, at tey um eitt ár skulu hava 100 limir
26.04.2021 - 21:09

Tey hava hvørki navn, limir ella høli, men kortini hava tey stovnað súkklufelag.

 - Tað er eitt sindur sum hjá Pippi. Vit fara bara í gongd, sigur Rigmor í Króki Rasmussen, sum er forkvinna í triathlonfelagnum, sum júst er stovnað á Strondum.

Frammanundan eru trý feløg, sum hoyra til sersambandið fyri súkkling og triathlon. Tey eru øll í Havn. Nú er tíð uppá, at breiða ítróttin út kring landið.

 - Sjálvandi skulu vit hava eitt felag á Strondum eisini. Her eru so nógvar góðar rutur, bæði til Selatraðar, Skálabotn og inni í sjálvari bygdini, so tað er upplagt, sigur forkvinnan.

Í nýggja felagnum fara tey at leggja dent á at fáa øll við.

 - Ítróttargreinin er jú bæði kapping og motión. Tað er ikki neyðugt at súkkla bara fyri at fara til kappingar. Tú kanst skipa fyri hugnaligum súkklutúrum. Fara sum ein familja vesturum til Selatraðar til dømis, sigur Rigmor í Króki Rasmussen.

Ætlanin er at skipa fyri venjing fyri børn minst einaferð um vikuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162