Kanna um stóru myllurnar dálka drekkivatnið

Kanna um stóru myllurnar dálka drekkivatnið
Av tí at myllurnar á Gellingarkletti eru so stórar, verður neyðugt at broyta sertøku byggisamtyktina fyri økið
Vindmyllurnar, sum ætlanin er at seta upp á Gellingarkletti, vera 92 metar høgar, og veingjabreiðið verður 117 metrar
 
03.05.2021 - 08:19

Spurningurin um vindmyllurnar á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum kunnu dálka drekkivatnið í Havn, varð tikin av skránni fyri býráðsfundin í Havn hósdagin.

Býráðið skuldi taka støðu til eitt uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga.

Men nakrar treytir eru.

Tann eina er, at Yvirfriðingarnevndin gevur loyvi. Onnur er, at ljóðviðurskiftini verða kannað. 

Myllurnar vera í einum tilrenningarøki hjá drekkivatni. Kannast skal, um hetta kann ávirka drekkivatnið.

Stórar myllur

Serstaka byggisamtyktin fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga er góðkend av Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í februar í ár. 

Men síðani er søkt um loyvi til nógv størri myllur. Tað krevur so, at serstaka byggisamtyktin fyri økið verður broytt.

Hæddin á myllunum fer úr 79 metrum upp 92 metrar, og veingjabreiðið fer úr 82 metrum upp í 117 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040