Ófriður í Bústøðum

Ófriður í Bústøðum
Tað er ófriður í Bústøðum undan fyrsta stýrisfundi hjá nýggja stýrinum
04.05.2021 - 19:25

Stýrislimur, Tom Silvurdal, skuldsetir stjóran fyri at hava luttikið í einum politiskum spæli, og at Bústaðir ikki verður fyrisitið sambært lógum og kunngerðum.

Hetta hoyrir onganstaðni heima, sigur stjórin, sum sigur stýrislimin vera óynsktan á skrivstovuni hjá Bústøðum.

Tom Silvurdal vil ikki stilla upp til samrøðu við sjónvarpið, men hann sigur seg sum stýrislim "vilja kanna nøkur viðurskifti og fáa skil uppá Bústaðir", sum hann málber seg.

Andrass Róin, sum er stjóri í Bústøðum, vil ikki gera samrøðu í dag.

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, sigur viðurskiftini millum Bústaðir og kommununa vera í lagi. Hann hevur ikki aðrar viðmerkingar enn, at hann fer á fund við Bústaðir í næstum at umrøða støðuna.

Nýggja stýrið fer at hava fyrsta stýrisfundin tann 12. mai. Nýggi stýrisformaðurin, Regin Hammer, vil ikki gera gera viðmerkingar til málið, men hann sigur, at hann hevur álit bæði á stjóranum og hinum limunum í stýrinum.

Landsstýriskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum valdi nýggja stýrið, vil heldur ikki gera viðmerkingar til støðuna.

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329