Politiið í Føroyum fær eisini fleiri pengar

Politiið í Føroyum fær eisini fleiri pengar
Peningurin fer til skotbreyt og útgerð til kt-kanningar, og ákæruvaldið fær pening til lønar-incitament
Politiið fær pening m.a. til skotbreyt og kt-kanningar
 
06.05.2021 - 08:54

Avtalan, sum er gjørd í Danmark, um fleiri pengar til politiið og ákæruvaldið í 2021 til 2023 kemur eisini løgregluni í Føroyum til góðar.

Politiið í Føroyum fær skotbreyt og útgerð til kt-kanningar.

Ákæruvaldið í Føroyum fær pengar til sokallað lønar-incitament, so fólk kenna seg eggjað til at søkja starv har og vera verandi í starvinum.

Hava stovnað ráð

Sambært rættargangslógini, sum kom á nýggjárinum, er stovnað eitt ráð, sum politiið, kommunurnar og landsstýrið hava fólk í. Fútin er formaður.

Ráðið hevði sín fyrsta fund í mars. 

Tað sigur løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann.

Hann sigur eisini, at í ár eru 104 politifólk í Føroyum. Tvey koma afturat í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928