Seks kommunulæknastørv lýst leys

Seks kommunulæknastørv lýst leys
Størvini eru í fýra læknadømum, og verða sett 1. oktober í ár
Nú eru seks kommunulæknastørv leys at søkja
 
12.05.2021 - 10:15

Seks kommunulæknastørv eru nú leys at søkja. Størvini eru í fýra læknadømum, og verða sett 1. oktober í ár.

Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja. Í Suðuroyar læknadømi eru tvey størv leys, eitt á Tvøroyri og eitt í Vági.

Freistin er 25. mai

Tvey størv eru í Skálafjarðar læknadømi, annað í Heilsudeplinum í Runavík, og hitt verður staðsett fyribils í viðtaluni á Strondum.

Arbeitt verður við at savna læknarnar í Skálafjarðar læknadømi í Heilsudeplinum, upplýsir Heilsutrygd.

Í Vestmanna læknadømi er eitt starv í viðtaluni í Kollafirði. Freistin at søkja størvini er til 25. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120