India: Ongantíð so nógv deyð, sum nú

bannari
India: Ongantíð so nógv deyð, sum nú
Meira enn 4.500 fólk eru deyð av COVID-19 í næstfólkaríkasta landinum seinasta samdøgrið
Savnsmynd úr India: Fólk í bíðirøð eftir at verða koppsett fyrr í ár
 
19.05.2021 - 07:29

Seinasta samdøgrið eru 4.529 fólk deyð av koronu í India. Tað er størsta talið av deyðum, sum nakað land í heiminum hevur skrásett undir farsóttini.

Tað vísa tøl hjá heilsumyndugleikunum í India, sambært Reuters. 267.334 nýggir smittutilburðir eru skrásettir í landinum seinasta samdøgrið.

India, sum er næstfólkaríkasta land í heiminum, hevur nú skrásett 25,5 milliónir smittað fólk og 283.248 fólk sum eru deyð av farsóttini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436