Føroyingur í stýrið fyri Fíggjareftirlitið

Føroyingur í stýrið fyri Fíggjareftirlitið
Martin Zachariasen, rektari á KT-universitetinum, hevur drúgvar royndir sum granskari og undirvísari á universitetsstigi
Martin Zachariasen verður nýggjur stýrislimur í Fíggjareftirlitinum 1. juli.
 
24.06.2021 - 11:24

Fíggjareftirlitið hevur fingið ein føroyskan stýrislim. 

Tað er Martin Zachariasen, rektari á  KT-universitetinum, sum er valdur í stýrið av danska vinnumálaráðharranum, Simon Kollerup.

Tað boðar Fíggjareftirlitið frá á heimasíðu síni. 

Martin Zachariasen starvasy sum rektari á KT-Universitetinum í Danmark. Hann hevur meira enn 20 ára royndir við gransking og undirvísing á universitetsstigi og 10 ára leiðsluroyndir í universitetsheiminum. 

Ein góður førleiki

Og hansara førleikar innan KT verður mettir sum ein styrki í nýggja starvinum. 

- Vit fegnast um, at Martin Tvede Zachariasen kemur í stýrið hjá Fíggjareftirlitinum. Hann hevur innlit í dátugreiningar og netváðar. Hetta eru økir, sum fáa alsamt størri týdning hjá Fíggjareftirlitinum hava førleikar í. Tí er hann tað heilt rætta valið, sigur Nina Dietz Legind, stýrisforkvinna í Fíggjareftirlinum. 

Martin Zachariasen er uppvaksin í Hoyvík og kandidatur, ph.d. og doktari í KT-tøkni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Harumframt hevur hann ein master í Public Governance frá CBS.

Martin Zachariasen tekur við nevndarsessinum 1. juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162