Kokkteylur av koppingarevnum verjir eisini væl móti koronasmittuni

Kokkteylur av koppingarevnum verjir eisini væl móti koronasmittuni
Ein nýggj kanning frá Lærdaháskúlanum í Oxford vísir, at tað gevur eisini góða verju móti koronasmittuni at blanda koppingarevnini
 
30.06.2021 - 09:36

Eitt bland av koppingarevnum kann geva góða verju móti koronavirusinum.

Tað vísir ein nýggj kanning frá Oxford University, sambært blaðnum The Guardian.

Í kanningini vórðu fyrra og seinna prikið givin við ymiskum koppingarevnum.

Tað tað er tó ymiskt, hvussu góð verjan er alt eftir hvør raðfylgjan er.

 

Tvey prik við Pfizer er best

Tvey prik við koppingarevninum frá Pfizer gevur bestu verjuna, meðan fyrra prik við Astra Zeneca og seinna prik við Pfizer gevur næstan eins góða verju, skrivar The Guardian.

Hinvegin, er verjan munandi minni, heili sjey ferðir minni, samanborði við tvey prik frá Pfizer, um fyrra prikið er við Pfizer og seinna prik við AstraZeneca.

Tað gevur tó framvegis fimmferðir betri verju enn um bæði prikini eru frá AstraZeneca, sambært kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026