Jóhan á Plógv Hansen til OL

Jóhan á Plógv Hansen til OL
Jóhan á Plógv Hansen er úttikin til danska A-landsliðið í hondbólti, sum í næstum skal vera við á olympisku leikunum í Tokyo
 
01.07.2021 - 17:42

Nú er greitt, at Sverri Sandberg Nielsen ikki verður einasti føroyingur, sum skal luttaka í olympisku leikunum í Tokyo. 

Jóhan á Plógv Hansen er úttikin til danska A-landsliðið í hondbólti, sum eisini luttekur.

Landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen hevur í dag minkað bruttohópin úr 19 niður í 14 spælarar, sum verður endaligi OL-hópurin hjá Danmark. 

Og millum teir 14 er Jóhan á Plógv Hansen, sum higartil hevur spælt 43 A-landsdystir fyri Danmark.

 

Verandi OL-vinnarar

Danska landsliðið skal venja í Helsingør 5. til 12. juli, og 14. juli gongur leiðin so til Okinawa í Japan, har liðið skal á venjingarlegu.

Fyrsti dysturin hjá Danmark í OL verður leygardagin 24. juli klokkan 13.30 føroyska tíð móti Japan. Síðani verður spælt annan hvønn dag í innleiðandi bólkinum, har hini mótstøðuliðini eru Egyptaland, Bahrain, Portugal og Svøríki. Síðani verða fjórðingsfinalur 3. august, hálvfinalur 5. august og so bronsufinala og sjálv finalan 7. august.

Donsku hondbóltsmenninir vunnu gull á seinastu olympiaduni, sum var í Rio de Janeiro í 2016. 

Umframt Jóhan á Plógv Hansen skal ein annar føroyingur, rógvarin Sverri Sandberg Nielsen, eisini umboða Danmark á olympisku leikunum í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040