WHO ávarar: Vandi fyri nýggjari aldu av koronu

WHO ávarar: Vandi fyri nýggjari aldu av koronu
Stjórin hjá heimsheilsustovninum WHO í Evropa, Hans Kluge, ávarar um eina nýggja koronaaldu, sum verður borin fram av eitt nú EM í fótbólti
 
02.07.2021 - 06:54

Koronasmittan er vaksin við 10 prosentstigum í Evropa seinastu vikuna, og av tí sama økist vandin fyri eini nýggjari aldu av koronu í Evropa.

Tað sigur stjórin hjá WHO í Evropa, Hans Kluge, við BBC.

Hann sigur, at tað gongur heldur seinni enn ætlað at koppseta fólk, og tá nýggj sløg av koronu gera um seg, samstundis sum fólk aftur koma meir saman, er vandin fyri at koronasmittan fer at gera meira um seg, sigur hann.

Og so er stórur vandi fyri, at EM-kappingin í fótbólti fer at gera, at smittan fer at breiða seg skjótari, sigur hann.

Fleiri dømi eru um, at nógv fólk eru smittað bæði í London og í Glasgow, har nakrir dystir eru leiktir, og tað sama ger seg galdandi fyri finsk viðhaldsfólk, sum vóru í Santa Pætursborg í Russlandi.

India boðar frá, at nú eru yvir 400.000 fólk deyð av koronua, tað er bert ein góður mánaði síðani, at uppgerðin vísti, at yvir 300.000 vóru deyð.

Ein uppgerð frá Johns Hopkins universitetinum vísir, at yvir 30 milliónir fólk eru smittað í India. Og tí er India landið har næstflest fólk eru smittað við koronu, vísir uppgerðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028