Pfizer/BionTech-koppingarevni forðar ikki Delta

Pfizer/BionTech-koppingarevni forðar ikki Delta
Ísraelsku heilsumyndugleikarnir hava staðfest, Pfizer/BionTech-koppingarevnið forðar ikki fyri, at fólk verða smittað av delta-frábrigdinum
 
07.07.2021 - 09:07

 

Delta-frábrigdið av koronavirusinum ger um seg í Ísrael, har 56 prosent av fólkunum eru liðugt koppsett. 

Ísraelsku heilsumyndugleikarnir hava staðfest, Pfizer/BionTech-koppingarevnið verjir ikki fyri, at fólk verða smittað av delta-frábrigdinum

Síðani sætta juni er virknið av koppingarevninum, tá tað snýr seg um smittu, minkað niður í 64,4 prosent. - Í februar var virknið mett til 95,8 prosent, sambært ísraelska heilsumálaráðnum.

56 prosent av fólkinum í Ísrael eru nú liðugt koppsett, - flestu við Pfizer/BionTech-koppingarevninum. Men koppingarevnið forðar ikki fyri, at smittan spjaðir seg aftur við nógvari ferð.

Men 93 prosent av teimum, sum verða smittað, kunnu tó takka koppsetingini fyri, at tey ikki gerast álvarsliga sjúk og enda á sjúkrahúsi, - hetta talið var 99 prosent í februar. 

Sunnudagin vórðu 334 nýggir smittutilburðir staðfestir í Ísrael, flestu teirra vóru ung fólk. 

Seinast, at fleiri enn 300 hava fingið staðfest koronu í Ísrael, var tíðliga í februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558