VIDEO: Andrias Høgenni skal gera DR-ungdómsrøð

VIDEO: Andrias Høgenni skal gera DR-ungdómsrøð
Sjey milliónir krónur hevur Danmarks Radio latið upp í hendurnar á Andriasi Høgenni, sum aftur fyri skal skriva og leikstjórna Danmarks Radio eina ungdómsrøð í 10 pørtum
Uni Leitisstein Hansen
Andrias Høgenni, filmsleikstjóri, hevur fingið sjey milliónir krónur frá DR til at gera eina ungdómsrøð
15.07.2021 - 19:30

Í fjør fekk føroyski filmsleikstjórin, Andrias Høgenni, sítt heilt stóra gjøgnumbrot í Danmark og aðrastaðni við stuttfilminum "Ikki illa meint, sum vann ein Robert fyri besta danska stuttfilm.

Nú hevur Andrias Høgenni aftur fingið eina stóra viðurkenning, tí dramadeildin hjá Danmarks Radio, DR Drama, hevur biðið Andrias Høgenni skriva og leikstjórna eina ungdómsrøð í 10 pørtum. 

Ungdómsrøðin, sum verður send á netvarpinum hjá Danmarks Radio, DR TV, skal verða liðug í desember og fer at kosta sjey milliónir krónur. 

Fýra føroyskir sjónleikarar sleppa eisini upp í part, og teir eru: Sissal Drews Hjaltalin, Beinta K. Clothier, Klæmint Klakk og Armgarð Mortensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610